Barnaføðingardagar

Til ber at leiga Havnar Bio til føðingardagar, har ein av barnafilmunum ið gongur í biografinum kann vísast.

Kostnaðurin er vanligi prísurin av atgongumerkjunum. Við í keypinum er lítil cola og lítil poppkorn til hvørt barn.

Minst 10 børn mugu verða til tiltakið.

Ring á 58 00 20 fyri at hoyra nærri.

Onnur tiltøk

Til ber eisini at leiga hølini til onnur tiltøk. Ring á 58 00 20 fyri at hoyra nærri.